Ákærin: Vitni hava sæð onkran annan

Ákærin: Vitni hava sæð onkran annan
Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at vitni eru farin skeiv av døgum, ella hava tey sæð onkran annan enn Pidda
Ákærin í Pidda-málinum sigur, at vitni, sum siga seg hava sæð Pidda, eftir at hann hvarv, eru farin skeiv av døgunum, ella hava tey sæð onkran annan.
 
29.11.2012 - 08:45
Øll tey 11 fólkini, sum siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen fríggjadagin 4.november ella leygardagin 6.november í fjør, fara antin skeiv av døgunum, ella hava tey sæð onkran annan.
 
- Eg sigi ikki, at vitnini søgdu ósatt, tá tey vóru her, segði Linda Hesselberg, ákæri, í nevningatinginum í gjár.
 
Men, legði hon afturat, tey fara antin skeiv av døgunum, ella hava tey sæð onkran annan enn Pidda. Ákærin minti nevningarnar á, at einki vitni kundi til dømis siga, á hvørjum fóti, Piddi haltaði. Í tveimum førum bar til hjá politinum at eftirkanna vitnisfrágreiðingar, segði ákærin.
 
Tosað við Pidda
 
Eitt vitni segði seg hava sæð og tosað við Pidda í einum handli á Glyvrum leygardagin 5.november. Men kanningar hjá politinum siga, at eingin keypti tað, sum vitni segði, at Piddi keypti, í handlinum tann dagin.
 
Eitt annað vitni sigur seg hava sæð Pidda í Saltangará fríggjadagin. Men sambært politinum var fartelefonin hjá Pidda á Nesi stívliga eitt korter frammanundan, so Piddi skal hava gingið góðar fimm kilometrar upp á 16 minuttir, segði ákærin.
 
Og tað er neyvan sannlíkt, segði ákærin. 
 
Hvar át og svav hann?
 
Linda Hesselberg bað eisini nevningarnar hugsa um, hví Piddi ongantíð var heima við hús á Gerðisvegi hesar báðar dagarnar, og hvar svav hann og hvar át hann?
 
Tey 11 vitnini hjá verjanum hava ikki ávirkað ástøðið hjá ákæruvaldinum, sum er, at ákærdi maðurin leyp á Pidda í sovikamarinum á Gerðisvegi 34 fríggjanáttina ella tíðliga fríggjamorgunin 4.november. Antin doyði hann tá alt fyri eitt ella seinni um morgunin.    
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Guðstænasta úr Argja kirkju
185465
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283