Týskland: Støðan ógreið eftir valið

Týskland: Støðan ógreið eftir valið
Báðir teir stóru flokkarnir vilja hava samveldiskanslaran, og politiskir eygleiðarar vænta drúgvar samgongutingingar
SPD er størsti flokkur eftir valið í Týsklandi í gjár, og Olaf Scholz ætlar at gerast nýggjur samveldiskanslari. Men samgongutingingarnar verða drúgvar.
 
27.09.2021 - 08:27

Politiska støðan í Týsklandi er ógreið eftir valið í gjár.

Sosialdemokratiski flokkurin, SPD, vann á konservativu flokkunum, CDU/CSU, sum Angela Merkel hevur staðið á odda fyri, men sum Armin Laschet nú er formaður fyri.

Tosað verður um, at samgonguflokkarnir fingu sítt vánaligasta val síðani í 1949.

Hóast tað, boðaðu báðir flokkarnir frá, at teir ætla at fáa samveldiskanslaran, men tað má gerast við at samráðast við aðrar flokkar um valdið í Týsklandi.

Drúgvar samráðingar

Tí verður roknað við, at samgongusamráðingarnar verða drúgvar, og at tað fer at taka Olaf Scholz úr SPD og Armin Laschet í CDU, konservativa flokkinum, drúgva tíð.

Roknað verður við, at báðir fara at tosa við Tey Grønu og liberala flokkin, FDP, um samgongu.

Úrslitið av valinum til samveldistingið í gjár var, at SPD fekk 25,7 prosent. Teir konservativu, CDU/CSU, fingu 24,1 prosent, Umhvørvisflokkurin Tey grønu 14,8 prosent, og liberali flokkurin, FDP, fekk 11,5 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984