Sleppa at varðveita óbrúkt fiskiloyvi

Sleppa at varðveita óbrúkt fiskiloyvi
Fiskimálaráðið ger broytingar í sjófeingislógini, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum
Fiskimálaráðið skjýtur upp, at frá nýggjárinum skulu veiðirættindi vera knýtt at ávísum fiskifari, sum fær veiðiloyvi.
 
29.09.2021 - 09:21

Frá nýggjárinum ber til at varðveita fiskiloyvi til felagskvotur, hóast loyvið ikki er brúkt í tvey ár á rað.

Nógvir veiðimøguleikar, sum eru skipaðir við øðrum enn eginrættindum, og sum liggja óbrúktir ár um ár, verða neyvan aktiveraðir við eini brúksskyldu. 

Orsøkin er sum oftast, at tað loysir seg ikki at fiska, ella at onnur veiðirættindi kasta meira av sær, sigur Fiskimálaráðið. 

Ein onnur broyting er, at makrelur, norðhavssild og svartkjaftur eru undantikin brúksskylduni.

Gera tillagingar

Fiskimálaráðið hevur gjørt uppskot um broytingarnar, sum skulu gerast í lógini um sjófeingi.

Lógaruppskotið er gjørt, tí neyðugt er at tillaga og broyta lógarásetingar í sambandi við tær skipanir, sum eftir lógini um sjófeingi koma í gildi 1.januar 2022. 

Talan er um reglurnar um brúksskyldu og reglurnar um veiðiloyvi. 

Harafturat er í lógini álagt landsstýrismanninum hvørt ár at koma við uppskoti um gildistíðin á veiðiloyvum og fiskiloyvum í bólki fimm skal leingjast eitt ár. 

Nú verður skotið upp, at loyvini eru galdandi til 1.januar 2034.

Flyta óbrúktar kvotur

Ætlanin er eisini at fáa heimild at flyta óbrúktar kvotur í ár til næsta ár, ella meira enn 10 prosent av eginkvotu og felags kvotu.

Eisini skal avlopið av kvotunum til vinnuligar royndar og verkætlanir í ár kunna flytast til næsta ár.

Tað, sum var flutt frá í fjør til í ár, skal haraftrat kunna flytast til næsta ár. 

Her er talan um makrel, norðhavssild og svartkjaft.

Og frá nýggjárinum skulu veiðirættindi vera knýtt at ávísum fiskifari, sum fær veiðiloyvi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028