Ernest Johnson avrættaður

Ernest Johnson avrættaður
Hetta er fyrsta avrætting í Missouri síðani mai í fjør, men sjeynda avrætting í USA í ár
Ernest Johnson varð avrættaður í gjár. Kanningar hava víst, at hann var menningartarnaður.
Mynd: NBC News  
 
06.10.2021 - 10:41

Staturin Missouri í USA avrættaði í gjár 61 ára gamla, Ernest Johnson, við eiturinnspræning. 

Hann doyði níggju minuttir, eftir at hann hevði fingið innspræningina, skrivar KCTV.

Amerikanski hægstirættur vísti aftur kæruni frá honum.

Ernest Johnson drap trý starvsfólk í einum handli, tá hann í 1994 framdi rán í handilinum.

Hetta er fyrsta avrætting í Missouri síðani mai í fjør, men sjeynda avrætting í USA í ár. 

Brot á grundlógina

Sakførarin hjá Johnson, Jeremy Weis, hevur sagt, at avrættingin av Johnson er brot á áttanda grundlógarískoytið, sum sigur, at ikki at loyvt at avrætta minni ment fólk.

Kanningar hava víst, at Johnson var menningartarnaður, og hevði førleikar sum eitt barn.

Hann er eisini føddur við alkohol-syndromi.

Guvernørurin í Missouri, Michael Parson, vísti mánadagin aftur øllum krøvum, m.a. eisini pávanum, um at geva Johnson grið, og heldur lata hann sita í fongsli restina av ævi síni.

Pávin skrivaði guvernørinum bræv í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798