Drotningin vitjar í Grønlandi

Drotningin vitjar í Grønlandi
Vitjanin er stytt munandi, tí hon endar longu sunnukvøldið
Korona hevur havt við sær, at vitjanin hjá Margretu drotning í Grønlandi er útsett tvær ferðir í ár. Og nú hon fer til Grønlands, er vitjanin stytt munandi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
06.10.2021 - 15:28

Fríggjadagin vitjar Margretha drotning í Grønlandi.

Hon skuldi upprunaliga vitja í Grønlandi í juli, so í august, men í báðum førum var neyðugt at útseta vitjanina, tí korona gjørdi um seg í Grønlandi.

8. oktober kemur hon so, men ferðin er stytt munandi, tí almenna vitjanin endar longu sunnukvøldið.

100 ár síðani fyrstu kongsvitjanina

Í ár eru 100 ár síðani, fyrsta kongsvitjan var í Grønlandi. Í 1921 var Christian 10., abbi Margrethu, í Grønlandi.  

Drotningin vitjar Ilulissat og Nuuk, hon skal vitja søvn, sigla, vera við í ymsum samkomum, eitt nú í hátíðarløtu í sambandi við, at tað eru 300 ár síðani, at Grønland var kristnað.

Sunnudagin er Margretha við til bispavígslu í Hans Egede Kirke í Nuuk, og um kvøldið er nýggi bispurin, Paneraaq Siegstad Munk, vertur fyri døgurða á Hotel Hans Egede.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923