Drotningin er í Grønlandi

Drotningin er í Grønlandi
Margretha drotning kom í gjár til Ilulissat, har hon byrjaði sína fimm daga longu vitjan í Grønlandi
Margretha drotning.
 
09.10.2021 - 14:14

Margretha drotning kom í gjár til Ilulissat, har hon byrjaði sína fimm daga longu vitjan í Grønlandi.

Í dag fer drotningin víðari til Nuuk, har hon skal vera í tveir dagar. Mánadagin vitjar hon Thule Airbase og týsdagin Station Nord, áðrenn leiðin gongur aftur til Danmarkar.

Árið í ár er á mangan hátt serligt í viðurskiftunum millum Danmark og Grønland. Tað eru í ár 300 ár síðani Hans Egede kom til Grønlands fyrstu ferð, og tað eru 100 ár síðani abbi drotningina, Christian 10., sum tann fyrsti danski kongurin vitjaði Grønland.

Hans Egede

Tað hevur verið nógv kjak um 300 ára dagin fyri tá Hans Egede kom til Grønlands, og eitt nú er herverk framt móti standmyndini av honum í Nuuk, har orðið Decolonize varð málað á standmyndina. Sermersooq kommuna, sum Nuuk er partur av, hevur eisini gjørt av ikki at hava nakað alment hátíðarhald í sambandi við 300 ára dagin.

Men drotningin skal í dag á grønlendska universitetinum vera partur av eini "markering", sum tað verður nevnt í skránni hjá kongshúsinum, fyri, at 300 ár eru síðani kristindómurin kom til Grønlands.

Margreta drotning og danska kongshúsið sum heild eru sera væl umtókt í Grønlandi. Hon vitjaði Grønland fyrstu ferð sum prinsessa í 1960, tá hon var 20 ára gomul. Árið fyri, í 1959, hevði hon eisini vitjað í Føroyum fyri fyrstu ferð. 

Seinasta vitjanin í Grønlandi var í 2015, tá drotningin og Heindrikur prinsur í tvær vikur ferðaðust í Norður- og Vesturgrønlandi við kongsskipinum "Dannebrog".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083