Stevndur fyri brotsverk móti mannaættini

Stevndur fyri brotsverk móti mannaættini
Ein eysturríkskur umhvørvisfelagsskapur sigur, at forsetin í Brasil hevur skundað undir veðurlagsbroytingar
Jair Bolsonaro, forseti í Brasil, er nú stevndur inn fyri altjóða revsidómstólin, ICJ.
Mynd: RitzauScanpix  
 
12.10.2021 - 09:55

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, er meldaður fyri brotsverk móti mannaættini við at hava skundað undir veðurlagsbroytingar í sambandi við skógarhøgging í regskóginum í Amazonas.

Tað er eysturríkski umhvørvisfelagsskapurin, Allrise, sum hevur stevnt Bolsonaro inn fyri altjóða revsidómstólin, ICJ.

Sambært felagsskapinum, standa Bolsonaro og stjórnin hjá honum á odda fyri átaki, sum m.a. ger, at fólkið í heiminum er í vanda í sambandi við veðurlagsbroytingar.

Stjórnin hjá forsetanum verður skuldsett fyri á skipaðan hátt at strika lógir, sum verja regnskógin, og fyri at hava ábyrgdina av, at umleið 4.000 ferkilometrar av regnskógi verða lagdir í oyði hvørt ár.

Umsitingin hjá Bolsonaro hevur higartil ikki svarað spurningum frá AFP-tíðindastovuni um málið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885