Reiðarar hava til á nýggjárinum at boða Vørn frá

Reiðarar hava til á nýggjárinum at boða Vørn frá
Vørn minnir nú á, at á nýggjárinum skulu øll rættindi at fiska vera knýtt at egnum fiskifari við veiðiloyvi ella avhendað endaliga
Tilvildarlig savnsmynd
 
18.10.2021 - 07:55

Ikki allir reiðarar hava boðað Vørn frá, hvørji fiskifør, teir ætla at knýta síni rættindi til. 

Um rættindahavari ikki boðar Vørn frá hesum fyri 1.januar, fella rættindini burtur, minnir Vørn á.

Vørn sigur, at nøkur fiskiskip hava ikki galdandi siglingarloyvi í løtuni. 

 

Fáa skriv frá Vørn

Vørn fer í næstum at skriva til teirra, sum ikki hava hesi viðurskifti í lagi. 

Um siglingarloyvi ikki kann útvegast innan fyri eina rímiliga tíð, kann væntast, at veiðiloyvi verður drigið inn, sigur Vørn.

Tey, sum eiga bátar í bólki 5, eru undantikin treytunum, sum koma á nýggjárinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011