Nú skal kanningarstjóri setast

Nú skal kanningarstjóri setast
Øll tingfólkini í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn hava skrivað undir áheitanina á løgtingsformannin
Tingfólkini í Framsókn, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava skrivað undir áheitanina á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra, men onnur eru eisini vælkomin at skriva undir, siga andstøðuflokkarnir.
 
21.10.2021 - 09:09

Ein kanningarstjóri verður nú settur at kanna avgerðir í føroyskari fiskivinnufyrisiting.

Øll 15 tingfólk í anstøðuni, tað eru tingfólkini í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn, hava nú skrivað undir áheitanina til løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra.

Kanningarstjórin skal kanna um lógargrundarlagið, lógar- og reglutulkingar og fyrisitingarliga avgerðir í føroyskari fiskivinnufyrisiting viðvíkjandi tilluting av  og útluting av fiskirættindum síðani 2010, og harundir fyrisitingarliga avgerðir um ítøkjuligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021.

Í trimum pørtum

Kanningin verður í trimum pørtum, tí tríggjar lógir hava verið galdandi í tíðarskeiðnum 2010-2021, sum kanningin skal fevna um.

Fyrsti parturin snýr seg um sjófeingislógina frá 2020, sum er galdandi í dag.

Annar partur snýr seg um fiskivinnunýskipainina frá 2018-2020,og triði parturin snýr seg um lógina um vinnuligan fiskiskap í tíðarskeiðnum 2010 til 2018.

Teir báðir fyrru partarnir skulu vera klárir og almannakunngjørdir 1. maj komandi ár, og triði parturin, sum fer aftur til 2010 skal vera klárur og almannakunngjørdur 1. desember 2022.

Tjóveldi sigur í fráboðan seinnapartin, at samgongan hevur eisini fingið kanningarsetningin, og øll eru vælkomin at skriva undir áheitanina.

Kanningarsetningurin kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449