- Tíðindi, mentan og ítróttur
84 nýggir smittutilburðir
84 nýggir smittutilburðir
Í løtuni eru 579 smittað við koronu í Føroyum

Mynd: Savn
28.10.2021 - 17:36
Í gjár vóru 84 nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Í løtuni eru 579 smittað við koronu í Føroyum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
3810 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið
5 fólk eru innløgd í sjúkrahúsverkinum.
Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, eru smittutilburðirnir kring alt landið, men størsti parturin er í Klaksvík og norðoyggjum.
Landslæknin sigur eisini, at einasta vápnið beint nú er at avmarka sosiala samveru við onnur.
Meira verður at frætta um koronustøðuna í Degi og Viku klokkan 19.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























