G20 toppfundur í Rom

G20 toppfundur í Rom
Stjórnarleiðarar úr G20 londunum hittast í hesum døgum í Rom í Italia fyri at kjakast um veðurlagsbroytingar, orkukreppuna og støðuna við koronufarsóttini.
Angela Merkel, kanslari í Týsklandi, heilsar upp á aðrar stjórnarleiðarar á G20 toppfundinum í Rom.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
30.10.2021 - 14:48

Í dag og í morgin hittast leiðarar úr G20 londunum í Rom í Italia fyri at kjakast um veðurlagsbroytingar, orkukreppuna og støðuna við koronufarsóttini.

Tað skrivar BBC.

Hetta er fyrstu ferð, at G20-leiðarar hittast síðan koronufarsóttin fór at gera um seg.

Men forsætisráðharrin í Kina, Xi Jinping, og Vladimir Putin, forseti í Russlandi, vera ikki sjálvir til staðar á  toppfundinum í Rom - teir hava báðir valt at vera við á sjónbandi. 

Toppfundurin verður hildin um somu tíð, sum langtíðarútlitini fyri veðurlagið síggja út til at versna, og bráneyðugt er at seta tiltøk í verk at minka um útlátið.

G20 londini, sum eru 19 av størstu londunum í heiminum, og ES, eru mett at hava ábyrgdina fyri 80% av øllum útláti.

Sambært Reuters eru ætlanir um, at G20 londini skulu gera avtalu um, at arbeiða fyri at avmarka, hvussu nógv hitin fer at vaksa. Sum nú er sær út til, at hitin fer at vaksa við 1,5 stigum um allan heim. Men talan verður tó ikki um nakran løgligan sáttmála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210