Samhandilin við Bretland heldur fram

Samhandilin við Bretland heldur fram
Endamálið við hóttanini var at leggja trýst á bretsku stjórnina fyri at fáa hana at halda fiskirættindaavtaluna við Frakland
Emmanuel Macron, forseti, avlýsti tiltøkini móti Bretlandi, eftir at hann hevði hitt Boris Johnson, forsætisráðharra, á veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í gjár.
Mynd: RitzauScanpix  
 
02.11.2021 - 10:40

Franski forsetin, Macron, gjørdi í gjárkvøldið av at steðga eini ætlan um at avmarka samhandilin við Bretland, sum er um Ermasund, og samstundis at nokta bretskum skipum at koma í havn í Fraklandi.

Tað skuldi gerast fyri at leggja trýst á bretsku stjórnina, so hon sambært Fraklandi heldur fiskirættindaavataluna, sum er millum londini eftir brexit.

Hevði Frakland gjørt álvara av ætlanini, hevði tað uttan iva gjørt støðuna millum londini uppaftur spentari, enn hon er.

Franski forsetin, Macron, sigur, at hann hitti bretska forsetan, Boris Johnson, á COP-26 ráðstevnuni í gjárkvøldið, og teir samdust um at tosa saman um eina loysn, og tí vóru tiltøkini avlýst, sigur franski forsetin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327