Ein nýggj byrjan fyri Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

Ein nýggj byrjan fyri Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Fyrsta flagið til nýggja neystið og vatndepilin hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag á Hvítanesi á Tvøroyri varð loyst í gjár, og arbeiðið at byggja neystið er harvið byrjað
Soleiðis skal nýggja neystið og vatndepilin á Tvøroyri síggja í
 
04.11.2021 - 21:27

Kappróðrarumhvørvið í Tvøroyarar kommunu gongur spennandi tíðum ímøti, nú arbeiðið at byggja nýgga kappróðrarneystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag (FSR) er byrjað. 

"Ein nýggj byrjan," skrivar FSR á facebook-vanganum hjá sær. 

Nýggja neystið á Tvøroyri verður meir enn eitt neyst, tí talan verður um ein vatndepil, har møguleiki eisini verður fyri kajakk-rógving, SUP (Stand up paddling), sjódypp, sauna og øðrum virksemi, ið knýtur seg at vatni. 

 

Drúgv tilgong

Tilgongdin til nýggja neystið hjá FSR hevur tikið drúgva tíð, men nú er fyrsta flagið loyst.

Danski LOA-grunnurin, Lokale & Anlægsfonden, er við í verkætlanini. LOA-grunnurin var eisini við til at fíggja Bylgjuna og Skótahúsið í Runavík og leggur stóran dent á arkitekturin. 

Nýggja neystið og vatndepilin verður ein kollvelting fyri rógviumhvørvið á Tvøroyri, tí Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur húsast í bingjum á gomlu bedingini á Tvøroyri í eina tíð

Tað varð Egon Rasmussen úr Øravík, ið loysti “fyrsta flagið”. Egon Rasmussen er elsti núlivandi rógvari í FSR. 

 

Kostar 10,3 mió. kr. 

Nýggja neystið og vatndepilin fer at liggja á Hvítanesi, beint vestanfyri gamla bygningin hjá Poul Hansens Heilsølu, har arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar kommunu halda til í dag.

Uni Jacobsen, formaður í FSR, sigur, at tað er ein góð kensla, nú tað endiliga verður farið í gongd.

Verkætlanin, ið kemur at kosta uml. 10,3 milliónir, er partvíst fíggjað av LOA-Grunninum, Tvøroyrar kommunu og FSR.

Neystið verður stórt, umleið 12x30m, við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum.

Orkan, ið verður nýtt í húsinum, verður grøn. Í skrivandi stund er ikki greitt, um tað verður jørð- ella sjóhiti, ið verður valdur, men tað liggur so í kortunum, at tað verður eitt av hesum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166