Svøríki fær sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra

Svøríki fær sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra
54 ára gamla Magdalena Andersson, sum í gjár varð vald til forkvinnu í svenska javnaðarflokkinum, verður fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Svøríki
Nýggja forkvinnan í svenska javnaðarflokkinum, 54 ára gamla Magdalena Andersson, fer at skriva svenska søgu, tá hon verður fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki
Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2021 - 09:55

Tað kom óvart á svenska javnaðarflokkin, tá Løfven í august boðaði frá, at hann fór at gevast í politikki, eftir at hann hevði skipað nýggja stjórn, sum misti valdið tíðliga í summar.

Nú er 54 ára gamla Magdalena Andersson vald til forkvinnu í svenska javnaðarflokkinum, og hon fer at taka við sum forsætisráðharri, tá Stefan Løfven leggja frá sær.

Magdalena Andersson verður fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki.

Eftir at hon varð vald, segði Magdalena Andersson, at tað eru trý viðurskifti, sum hon fer at leggja serligan dent á, og tað er vælferð, veðurlagsbroytingar og kriminalitetur.

Ríkisdagurin skal góðkenna nýggja forsætisráðharran.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233