- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðarligt í býnum í nátt

Hóast fleiri skeinkistøð høvdu boðað frá, at tey fóru at hava opið nú um vikuskiftið, eftir at løgmaður heitti á tey um ikki at gera so, tykist ikki, sum at tað var stórvegis av fólki úti í nátt.
Løgreglan sigur, at tað var í so máta avbera friðarligt í nátt.
Tó so, so fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var horvin í vesturbýnum í morgun.
Sambært løgregluni var lykilin í bilinum, og tá góðtekur tryggingin ikki, at bilurin er stolin.
Kortini vilja løgreglan og bileigarin fegin hoyra frá fólki, sum møguliga vita, hvar bilurin er. Tað er ein lítil Fiat, gráligur av liti og hevur nummarplátuna AN 357.
Hevur onkur borið eyga við bilin ella veit nakað meira, kann man venda sær til løgregluna á telefonnr. 114.



























