Bakkafrost forvunnið lítla milliard higartil í ár

Bakkafrost forvunnið lítla milliard higartil í ár
Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum eftir skatt slaka milliard, 967,2 milliónir krónur. Tað er tvífalt so nógv sum í fjør
Triði ársfjórðingur hjá Bakkafrosti var væl slakari enn vænta, tí rakstrarúrslitið vísti einans 70 mió. kr.
Mynd: Savnsmynd  
 
09.11.2021 - 07:16

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum í triðja ársfjórðingi var 70,5 milliónir krónur, og tað er væl slakari enn væntað. 

Aligeirin í Føroyum og lidnu vørurnar góvu 146,2 milliónir krónur í rakstrarúrsliti. 

Aligeirin í Skotlandi hevði 81,3 milliónir krónur í halli. 

Men framleiðslan av lidnum vørum í Skotlandi hevði 11,1 milliónir krónur í vinningi.

 

Ein lítil milliard eftir skatt

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum eftir skatt slaka milliard, 967,2 milliónir krónur.

Tað var næstan helvtina minni í fjør, tá tað var 500,5 mió. kr.

Men triði ársfjórðingur í ár gjørdist nógv slakari enn væntað. 

 

Framskundað tøka og stórt felli

Úrslitið triðja ársfjórðing er mert av, at Bakkafrost tilvitað framskundaði tøkuna í Haradssundi fyri at fáa felags brakklegging við alibrúkið á Viðareiði.

Í Skotlandi var sera stórt felli í nøkrum aliøkjum.

Tað gjørdu niðursett táknuheilsa og stórar torvur av pinkuhvalspýggjum, 

Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var ein miliard og 986 milliónir krónur 30.september í ár, 233 milliónir størri enn 31.desember í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595