Seks kommunulæknar eru 65 ár og eldri

Seks kommunulæknar eru 65 ár og eldri
Heilsumálaráðið ætlar at fara undir at endurskoða kommunulæknaskipanina í næstum
1.november vóru 26 kommunulæknar í føstum starvi. Avloysarar mannaðu átta viðtalur.
 
09.11.2021 - 09:39

Seks kommunulæknar í Føroyum eru 65 ár ella eldri.

Yngsti kommunulæknin er 38 ár og tann elsti 68. 12 kommunulæknar eru eldri enn 50 ár. 

1.november vóru 26 kommunulæknar í føstum starvi. Avloysarar mannaðu átta viðtalur.

Tað sigur Heilsumálaráðið í skrivi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Endurskoða kommunulæknaskipanina

Sagt verður eisini, at Heilsumálaráðið hevur higartil í hesum samgonguskeiðinum ikki havt orku til at arbeiða við  kommunulæknaskipanini, sum skal endurskoðast. 

Ætlanin er at fara undir hetta arbeiðið í næstum, sigur Heilsumálaráðið. 

Seks ungir læknar eru í KBU-skipanini (KBU stendur fyri klinisk basisuddannelse) hjá kommunulæknum. 

10 læknar eru í útbúgving í almennum medisini, tað er til kommunulækna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026