- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Toran steðgaði elstu vindmylluni
Í 27 ár hevur vindmyllan av merkinum Nordtank staðið og malið í Neshaga, har hon var sett upp í 1993. Men nú melur hon ikki meira.
Ógvusliga toran, sum gekk í nátt, slerdi niður í gomlu vindmylluna, ið fór í spønir.
Harvið er elsta vindmylla í Føroyum steðgað.
Heri Mortensen, rakstrarleiðari hjá SEV, greiddi soleiðis frá tilburðinum í nátt:
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Gamla vindmyllan er tann heimasta av myllunum, sum standa í Neshaga. Hon var sett upp í 1993 og er av merkinum Nordtank.
Arbeitt hevur í dag verið við at tryggja økið, men nógvur vindur er framvegis og leysir lutir kunnu fúka, og tí heitir SEV á fólk um ikki at fara á staðið, har vindmyllan stendur.
SEV hevur eisini mælt fólki frá at brúka vegin runt Agnið, sum ættin er í dag.
Skaðin á 27 ára gomlu vindmylluna er umfatandi, og hóast myllan hevur verið í góðum standi, so var ætlanin at taka hana niður um trý ár.
Eitt petti av einum av veingjunum, ið er kvett av.
Elsta vindmyllan í landinum var minni enn tær nýggju myllurnar, ið verða settar upp. Hon var 30,5 metrar høg, rotordiameturin var 24,6 metrar, og so kundi hon framleiða 150 kW.
Vrakpettini av vindmylluni eru flogin langt í økinum kring vindmylluna. Vindmyllan hevði eina snúningsferð upp á 38 snúningar um minuttin.
Vindmyllan kundi mala og framleiða í vindi, sum var upp í25 m/s. Minsta vindferðin, myllan kundi framleiða í, var 4 m/s.
Vraklutirnir hava grivið seg langt niður í svørðin. Sær næstan út, sum tá menn plagdu at skera torv.
Veingirnir á vindmylluni vóru 12 metrar langar.
Nógvir ymiskir lutir hava skrætt seg leysar av vindmylluni.
Tornið er 27,5 metrar høgt og vigar 17,7 tons.
Vindmyllan vigaði 31,4 tons, og tá hon var sett upp, so væntaði mann, at hon kundi framleiða 500.000 kilowatttímar um árið. Hon framleiddi mest, tá vindferðin var millum 14-15 m/s - umleið 161 kW.
Vindmyllulundin í Neshaga liggur skamt frá Nesi og Toftum.
|