Stórur spenningur um valið í Keypmannahavn

Stórur spenningur um valið í Keypmannahavn
Handfaringin av málinum um minkarnar í Danmark kann kosta sosialdemokratunum valdið í høvuðsstaðnum.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og høvuðsvalevnið hjá sosialdemokratunum í Keypmannahavn, Sophie Hæstrup Andersen, vóru tíðliga á fótum í morgun at reka fólk á val.
Mynd: RitzauScanpix  
 
16.11.2021 - 08:39

Í dag er kommunu- og regiónsval í Danmark. 

4,6 milliónir veljarar skulu í dag gera av, hvør skal manna tey 98 kommunustýrini og fimm regiónsráðini í Danmark. 

Sambært donskum miðlum er serliga stórur spenningur um úrslitið av valinum í Keypmannahavn, tí tað kann eisini fáa ávirkan politisku støðuna á Christiansborg. Søguliga hava sosialdemokratarnir havt yvirborgarastjórasessin í danska høvuðsstaðnum, men á valinum í dag fáa sosialdemokratarnir harða kapping, serliga frá Eindarlistanum.

Málið um minkarnar

Eygleiðarar vilja verða við, at missa sosialdemokratarnir valdið í Keypmannahavn, kann orsøkin vera handfaringin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, av málinum um at taka allar minkar í Danmark av. Hetta málið hevur givið forsætisráðharranum og sosialdemokratunum stórar trupulleikar. 

Valstøðini í Danmark lótu upp klokkan sjey okkara tíð, og tey lata aftur í kvøld klokkan sjey.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963