Vindmyllan gjørdi 12,8 gigawatttímar av streymi

Vindmyllan gjørdi 12,8 gigawatttímar av streymi
Gamla vindmyllan hjá SEV, sum stóð í Neshaga og framleiddi í 28 ár, spardi SEV fyri samanlagt 2.696 tons av olju
Vindmyllan framleiddi streym í 28 ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.11.2021 - 07:54

Ætlanin var ongantíð, at hon skuldi framleiða í mera enn trý ár, royndarvindmyllan, sum SEV setti upp í Neshaga í 1993. 

Men tá vindmyllan 9. november varð rakt av einum snarljósi og fór í sor, hevði hon framleitt grønan streym í 28 ár. 

SEV hevur roknað seg fram til, at 28 ára gamla Nordtank vindmyllan hjá SEV gjørdi samanlagt 12,8 gigawatttímar av streymi.

Hon spardi SEV 2.696 tons av olju.

Myllan gjørdi streym, sum svarar til árligu nýtsluna hjá 90 til 140 húsarhaldum, sigur SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358