- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kabilanetið enn virkið í Føroyum umvegis felagið Sandá
Skjøl úr Congo Hold-Up-lekanum vísa, at í 2019 var virksemi hjá Kabilanetinum í Føroyum lagt í eitt nýtt felag.
Tað var lagt í smápartafelagið Sandá, sum Shipping.fo eigur, og har Jónas Sigmarsson er stjóri.
Meðan føroysku feløgini hjá Kabilanetinum eru undir avtøku í dag, er smápartafelagið Sandá framvegis virkið.
Bankarnir herdu krøvini
Shipping.fo skrivar í viðmerking, sum er send Kringvarpinum, at hóast nevndu broytingar, so hevur All Oceans Logistics valt at varðveita Shipping.fo sum tænastuveitara.
Umframt tað, er Shipping.fo eisini tænastiveitari til eitt annað skip í flotanum hjá Wan-familjuni, tað er marglætisskipið Enigma XK.
Orsøkin til, at Sandá var stovnað, er sambært Shipping.fo, at bankarnir í 2019 herdu krøvini til kundarnar eftir meginregluni “kenn tín kunda”.
Tí vilja bankarnir ikki játta útlendskum kundum føroyskar kontur, um teir ikki kenna kundan.
- Hetta var ein avbjóðing fyri bæði útlendskar kundar og okkum, sum veita útlendskum kundum tænastur, sigur Shipping.fo.
Flutti yvir í Betri Banka
Virksemið mótvegis útlendskum kundum, sum bankarnir ikki kenna, og sum tískil ikki hava sjálvstøðugar føroyskar kontur, var umskipað og lagt í eitt felag fyri seg.
Hetta felagið flytur milum annað hýrur umvegis føroysku A-skattaskipanina, sigur Shipping.fo.
Shipping.fo sigur, at herdu krøvini hjá bankunum var orsøkin til, at virksemið var lagt smápartafelagið Sandá, har Jónas Sigmarsson er stjóri.
Skjøl úr Congo Hold-Up vísa eisini, at Sandá stovnaði kontur í Betri Banka, og at virksemið hjá Kabilanetinum frameftir skuldi vera gjøgnum Betri Banka.