Fer at hava 200.000 kr. í vinningi um árið

Fer at hava 200.000 kr. í vinningi um árið
Fíggjarnevndin hevur fingið fíggjarætlan fyri Føroya Arenu
Fíggjarætlanin vísir, at stórhøllin í Havn fer at hava 4,5 mió. kr. í inntøku um árið, og útreiðslurnar vera 4,3 mió. kr.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
06.12.2021 - 08:26

Føroya Arena í Havn fer at hava slakar 200.000 kr. í vinningi um árið.

Tað vísir fíggjarætlanin hjá tiltakinum, sum millum annað Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið.

Inntøkan verður 4,5 mió. kr. og útreiðslurnar 4,3 milliónir. Tá er góð hálv millión, sum skal í ein viðlíkahaldsgrunn, tald við.

Ætlanin er fíggja høllina við stuðli, so hon verður skuldarfrí, tá hon verður tikin í brúk seinnapartin í 2023.

Høllin er mett at kosta 217,8 mió. kr. Tórshavnar býrað hevur givið tilsøgn um 108,6 mió. kr. í stuðli.

Hin helvtin av íløguni verður ætlandi fíggjað við stuðli frá landinum, grunnum og vinnufyritøkum, siga tey, sum skipa fyri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129