Boris Johnson í andgletti

Boris Johnson í andgletti
Starvsfólk skipaðu fyri veitslu í Downing Street samstundis sum Bretland var í undantaksstøðu av koronu
Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur víst aftur, at veitslan var hildin í Downing Street.
Mynd: RitzauScanpix  
 
10.12.2021 - 09:12

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er komin í andglett, eftir at bretskir miðlar í vikuni hava skrivað nógv um fleiri veitslur, sum starvsfólk í bretsku stjórnini eftir øllum at døma skipaðu fyri í fjør vetur, tá Bretland var í undantaksstøðu, orsakað av koronu.

Tvær av veitslunum vóru sambært bretskum miðlum í Downing Street í London, har forsætisráðharrin arbeiðir og býr.

Blaðið The Mirror skrivar, at ein veitsla var 18. desember, har tíggjutals fólk vóru savnað í Downing Street. 

Tá var annars ikki loyvt at savnast fleiri enn tvey fólk innandura, uttan so at tað var í sambandi við arbeiði. Brot á reglurnar kundu revsast við bót.

Víst øllum aftur

Embætisfólk og forsætisráðharrin sjálvur hava síðani í fjør víst aftur, at nøkur veitsla er hildin; men týsdagin kunngjørdi ITV News eitt filmsbrot, har samskiftisfólk hjá Boris Johnson venja undanførslur, sum skulu nýtast til komandi tíðindafund um veitslurnar, og flenna at svarunum hjá hvørjum øðrum.

Andstøðuflokkurin Labour var skjótur at leggja eftir Boris Johnson. Í miðlum kallar Keir Starmer, formaður í Labour, Boris Johnson fyri lygnara, og víst verður á, at 489 bretar doyðu av koronusmittuni sama dag, sum tann eina veitslan varð hildin. 

Boris Johnson verður tó ikki lagdur undir fyri sjálvur at hava verið í veitslu. 

Bretska stjórnin fer nú formliga at kanna málið, sigur konservativi ráðharrin, Michael Ellis, við altjóða miðlar.

Keir Starmer, formaður í Labour, gav ilt av sær í parlamentinum, tá tað frættist, at veitsla var í Downing Street, meðan Bretland var í undantaksstøðu. (Mynd: RitzauScanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659