Hans Jacob Joensen farin

Hans Jacob Joensen farin
Hann var biskupur í Føroyum í 17 ár
Hans Jacob Joensen var biskupur í Føroyum í 17 ár.
Mynd: In.fo  
 
14.12.2021 - 12:44

Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, andaðist sunnudagin. 

Hann var biskupur í Føroyum í 17 ár, frá 1990, tá Føroyar gjørdust egið bispadømi, til 2007, tá fólkakirkjan var yvirtikin.

Hans Jacob Joensen var føddur við Gjógv 10. november í 1938, og flutti aftur til Føroya, tá hann gjørdist prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi í 1975. 

Tá Suðurstreymoyar prestagjald var býtt sundur í 1978, gjørdist Hans Jacob Joensen sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, til hann gjørdist fyrsti  biskupur í Føroyum í 1990.

Hans Jacob Joensen var eisini sera málkønur maður, og hann var millum annað við til at gera eina nýggja føroyska bíbliutýðing saman við øðrum.

Hans Jacob Joensen var 83 ára gamal, nú hann andaðist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655