Nú situr Miðflokkurin við bóltinum

Nú situr Miðflokkurin við bóltinum
Miðflokkurin skal nú taka støðu til, hvat flokkurin kann finna seg í. - Miðflokkurin fær ikki slíkt politiskt vald aftur í bræði, heldur fyrrverandi landsstýrismaður.
14.12.2021 - 20:38

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Bjørn Kalsø greinaðu truplu og fastløstu politisku støðuna í sjónvarpsstovuni í kvøld.

Johan Dahl í Sambandsflokkinum og Annika Olsen í Fólkaflokkinum siga bæði, at tey fara at atkvøða saman við andstøðuni undir triðju viðgerð, sama hvørjari loysn løgmaður fer at koma við.

- Eingin av samgonguflokkunum eru serliga áhugaðir í einum løgtingsvali nú, halda teir.

Spurningurin er tí, hvørjar møguleikar samgongan hevur.

Ein er, at Miðflokkurin onkursvegna bakkar frá hóttanini um at slíta samgonguna, um samkynd í Føroyum fáa fleiri rættindi.

- Miðflokkurin kemur helst styrktur úr einum komandi løgtingsvali, men flokkurin umsitur bæði uttanríkismál og mentamál nú, og tað er ivasamt, um Miðflokkurin vil spæla sær av við tey málsøkini og møguliga ikki sleppa í samgongu eftir eitt løgtingsval, heldur Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Tjóðveldi.

Ein annar møguleki er, at løgmaður skrivar út løgtingsval, ella at Fólkaflokkurin umskipar landsstýrið, so Annika Olsen, ið er varafólk í løgtinginum, missir sín løgtingssess.

Ósemja um samferðslupakkan

Í Fólkaflokkinum er eisini stór ósemja um samferðslupakkan, sum floksformaðurin Jørgen Niclasen legði fram fríggjadagin.

Hvørki Brandur Sandoy ella Heðin Zachariassen fara at atkvøða fyri samferðslupakkanum, sum hann er skipaður nú.

Og tað fer Johan Dahl í Sambandsflokkinum heldur ikki.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145