Russland fer at meta radaran á Sornfelli sum eina hóttan

Russland fer at meta radaran á Sornfelli sum eina hóttan
Danska fregnartænastan metir, at ein lofteftirlitsradari á Sornfelli fer at verða uppfataður sum ein hóttan í Russlandi
Russland sær allar hernaðarligar útbyggingar í Grønlandi og Føroyum sum eina hóttan, sigur fregnartænastan hjá donsku verjuni í váðameting
Mynd: Savnsmynd  
 
22.12.2021 - 09:41

Russland fer at meta lofteftirlitsradaran, sum tosað verður um at byggja í Føroyum, sum eina hóttan móti Russlandi.

Russland metir øll hernaðarlig tiltøk í Grønlandi og í Føroyum at vera vend móti Russlandi.

Tað sigur fregnartænastan hjá donsku verjuni í nýggjastu váðameting sínari.

 

Thule er ein beinleiðis hóttan

Har stendur, at verður Thulestøðin í Grønlandi styrkt, metir Russland tað sum eina beinleiðis hóttan móti sær.

Tað er radarin í Føroyum tó ikki mettur at vera.

Orsøkin er, at radarin bara skal ansa eftir loftrúminum við Føroyar.

Slíkur radari var í Føroyum til 2007.

 

Neyvan at geva ilt av sær

Tað er tí neyvan sannlíkt, at Russland av álvara fer at geva ilt av sær í sambandi við radaran í Føroyum, sigur fregnartænastan hjá donsku verjuni.

Hon sigur eisini, at vandi er fyri, at Russland og Kina fara at økja njósningina móti Danmark, Grønlandi og Føroyum, tí trygdarpolitiska støðan í Arktis er vorðin so spent.

Her er ikki minst talan um cybernjósning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870