Opið í Klaksvík - Óynsktur gestur í Havn

Opið í Klaksvík - Óynsktur gestur í Havn
Politiið hevði eitt sindur at gera í gjárkvøldið, hóast koronafarsóttin setti avmarkingar á býarlívið
 
27.12.2021 - 10:52

Ein persónur er handtikin fyri at hava brotið inn í leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum 1. jóladag. 

Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini. 

Viðkomandi er skuldsettur fyri innbrot og stuldur. Viðkomandi hevur longu játtað seg sekan. 

 

Vakmyndatólk avdúkaðu tjóvarnar

Tað var um hálvgum níggju tíðina jólakvøld, at løgreglan fekk boð um, at innbrot var framt í leguhúsinum hjá brøðrasamkomuni.

Tey, sum høvdu brotið inn, høvdu brotið ein rút.

Løgreglan hevði eina góða slóð at ganga eftir, tí vakmyndatólini góvu góða ábending um, hvørji tey vóru, sum brutu inn.

 

Opið sum vant í Klaksvík

Fitt av fólki hevur eisini verið í býnum bæði í høvuðsstaðnum og Klaksvík í nátt í samband við høgtíðina. 

Skeinkistøðini í Havn lótu dyrnar aftur um ellivu tíðina í gjárkvøldið, meðan tey í Klaksvík høvdu opið sum vant. 

Í tí sambandinum hevur løgreglan eisini havt eitt sindur at gera. 

Stutt fyri klokkan trý í nátt fekk løgreglan boð um eitt møguligt harðskapsmál í býarlívinum í Klaksvík, og verður tað kannað nærri í morgun.

 

Óynsktur gestur í Havn

Nakað eftir hetta vóru boð eftir løgregluni um at koma eftir einum óynsktum gesti í einum húsi í Havn. Viðkomandi, sum var ólátaður og ávirkaður av rúsdrekka, bleiv tikin á politistøðina, har hann svevur rúsin av sær. 

Harumframt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring í nátt - ein í Havn og ein á Skálafjørðinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493