Royna at fáa greiðu á nevndarsessunum í politisku fløkjuni

Royna at fáa greiðu á nevndarsessunum í politisku fløkjuni
Sambært løgtingsformanninum er vanligt , tá eitt landsstýrisfólk verður loyst úr starvi , at viðkomandi tekur i við teimum nevndarsessum, sum avloysarin hevði
Umsitingin í løgtinginum skal fáa greiðu á, hvørjar nevndarsessir Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir skulu hava
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.12.2021 - 12:07

Umsitingin hjá løgtinginum er farin at kanna hvør mannagongdin er við nevndarsessum, tá tvey landsstýrisfólk samstundis taka sæti aftur á tingi. 

Sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, er vanliga mannagongd, at tá eitt landsstýrisfólk verður loyst úr starvi tekur viðkomandi við teimum nevndarsessum, sum avloysarin hevur røkt. 

Men nú talan er um tvey landsstýrisfólk, sum koma í staðin fyri tvey tingfólk, er óvist hvør avloysir hvønn. 

Og tað hevur løgtingsformannin biðið umsitingina fáa greiðu á. 

 

Elsebeth og Jacob

Støðan er íkomin eftir, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard í farnu viku løgdu frá sær, sum landsstýrisfólk í ávikavíst almannamálum og fiskivinnumálum.

Tað førdi við sær, at teirra varafólk, Annika Olsen og Brandur Sandoy, mistu sæti á tingi. 

Annika Olsen var nevndarlimur í Uttanlandsnevndini og Trivnaðarnevndini, meðan Brandur Sandoy sat í Uttanlandsnevndini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011