GREINING: Spent støða áðrenn fundin í samgonguni í dag

GREINING: Spent støða áðrenn fundin í samgonguni í dag
VIDEO: Einki er at taka seg aftur í, at politiska støðan er spent áðrenn fundin í dag. Eirkur Lindenskov, blaðstjóri og politiskur viðmerkjari, greinar støðuna
Tað stendur nógv á samgonguni, nú løgmaður hevur kallað hinar formenninar í samgonguflokkunum á fund í dag
28.12.2021 - 11:00

Formenninir í samgonguflokkunum fara á fund í dag um politisku kreppuna, sum tók seg upp, eftir at málið um sammøður varð samtykt. 

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og politiskur viðmerkjari, heldur, at onkur skal bakka, um samgongan skal finna stevið aftur.

"Higartil er tað bara Miðflokkurin, ið hevur bakkað frá sínum lyfti um at slíta samgonguna, um nakar frá samgonguni atkvøddi fyri at geva samkyndum rættindi. Tað hendi, so tá átti Miðflokkurin at slitið samgonguna, men tað gjørdi hann ikki," staðfestir Eirikur Lindenskov. 

Stóra telvingin hjá Fólkaflokkinum fyri at fella málið um sammøður, tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fóru úr landsstýrinum og í løgtingið, kiksaði fullkomiliga.

Málið við telvingini var at fáa Anniku Olsen úr løgtinginum, men Heðin Zachariasen gjørdi ikki mætari enn at fara í farloyvi, so Annika Olsen slapp inn aftur at atkvøða fyri uppskotinum um sammøður. 

Telvingin undrar Eirik Lindenskov. 

"Fólkaflokkurin hevur sera stórar innanhýsis avbjóðingar. Flokkurin hevur eina leiðslu, sum ikki hevur tamarhald á tingbólkinum, tí tað kann ikki passa, at tey hava planlagt tað soleiðis, at hatta skuldi henda. Hatta má vera ein miseydnað roynd at fáa Anniku Olsen út. Eingin hevði trúð, at ein flokkur fór at taka tvey fólk úr landsstýrinum og koyra tey í løgtingið fyri at atkvøða ímóti einum uppskoti."

Blaðstjórin á Sosialinum væntar, at tað liggur okkurt og ulmar í Fólkaflokkinum, og tað er eitt striðsval um formanssessin, heldur hann. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666