Talvlandsliðið endaði við javnleiki ímóti Kosovo

Talvlandsliðið endaði við javnleiki ímóti Kosovo
Talvolympiadan endaði við javnleiki ímóti Kosovo, og unga føroyska landsliðið gjørdist nummar 109 av teimum 206 londunum í kappingini
Mynd: Talvsamband Føroyar  
 
27.09.2026 - 17:22

Føroyar settu punktum í dag við javnleiki 2 - 2 móti Kosovo í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan. Heiðurligt úrslit, tí Kosovo var styrkismett nummar 82 - Føroyar 107.

Føroyar vunnu við hvíta fólkinum, og taptu við svarta fólkinum. Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu - hin fyrr nevndi í stórum stíli í flottum talvi - og John Rødgaard og Elias Petersen taptu, skrivar Talvsambandið.

Føroyingarnir endaðu loksins nummar 109 í røðini av teimum 206 londunum í kappingini. Tað samsvaraði væl við stykismetingina sum nummar 107. 

Føroyar vunnu fimm dystir, taptu  fimm, og telvaðu ein javnan. Vit fingu 11 stig (dystarstig) og 19 borðstig.

Usbekistan vann talvolympiaduna við 20 stigum frammanfyri India og USA, sum fingu 18 stig.

 

Føroyar - Kosovo, 2-2

Luitjen Akselsson Apol (2305) - IM Nderim Saraci (2453) 1 - 0
IM John Rødgaard (2250) - Endrit Uruci (2312) 0 - 1
Jón í Horni Nielsen (2078) - Muhamet Asllani (2229) 1 - 0
Elias Petersen (2075) - Bard Avdiu (2147) 0 - 1

 

Samanumtøka

Føroyar høvdu ikki sínar sterkastu telvarar við á Olympiaduni, og tað sást aftur ímóti sterkaru liðunum, men sum heild stóðu ungu telvararnir seg toluliga væl. Luitjen Akselsson Apol var hægst styrkismettur og var eisini føroyskur toppskjútti við hálvumsætta stigi av 11.

 

Dystirnir hjá Føroyum:

Føroyar - Týksland 0 - 4
Føroyar - Cayman Islands 2½ - 1½
Føroyar - Peru 0 - 4
Føroyar - Surinam 3 - 1
Føroyar - Ný Sæland ½ - 3½
Føroyar - Mauritania 3½ - ½
Føroyar - Uruguay 2½ - 1½
Føroyar - Meksiko ½ - 3½
Føroyar - Haiti 3½ - ½
Føroyar - Kosovo 2 - 2

 

Spælaraúrtøkan

1. Luitjen Akselsson Apol (2305) 5½/11 (+4)
2. IM John Rødgaard (2250) 4½/10 (-13)
3. Jón í Horni Nielsen (2078) 3½/9 (+2)
4. Elias Petersen (2075) 4/9 (-6)
5. Rókur Davidsen (1988) 1½/5 (-16)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329