- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsustýrið um orkudrykkir: 18 ára aldursmark og ávaringarskelti
Heilsustýrið um orkudrykkir: 18 ára aldursmark og ávaringarskelti
Fólk, sum eru yngri enn 18 ár, eiga ikki at sleppa at keypa orkudrykkir og ávaringarskelti um vandan við orkudrykkjum átti at verið á hvørjum blikki

Mynd: Savn
27.09.2026 - 18:19
- Fólk, sum eru yngri enn 18 ár, eiga ikki at sleppa at keypa orkudrykkir og ávaringarskelti um vandan við orkudrykkjum átti at verið á hvørjum blikki.
Tað sigur Noomi Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.
Í Norðurlondum drekka stívliga 20 prosent av teimum ungu orkudrykkir minst einaferð um dagin og væl meira enn helvtin minst einaferð um vikuna.
Eisini eru nógv ung bundin av orkudrykkjum fyri at klára gerandisdagin.
Tað vísir nýggj norðurlendsk frágeinging av ungum í Danmark, Svøríki, Norra, Finnlandi og Íslandi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
1834860
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























