Samgongan heldur fram

Samgongan heldur fram
"Vit fara nú í holt við annan hálvleik", sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum váttar, at samgongan heldur fram
Ein glaður løgmaður eftir, at samgongan hevur funnið stevið aftur, hóast Johan Dahl ikki er partur av samgonguni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.12.2021 - 15:55

Einki samgonguslit. 

Tað váttar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir kreppufundin í Lítlu samgongu í dag. 

Johan Dahl er ikki partur av samgonguni, men hann er enn partur av Sambandsflokkinum, og hevur verið loyalur móti samgonguni, sigur løgmaður. 

 

Nógv mál eftir at loysa

"Tað eru nógv góð mál eftir at loysa, hóast ein rúgva av málum longu eru loyst," sigur Bárður á Steig Nielsen og leggur afturat, at samgongan vil hava nøkur av hesum málunum niðan í Tingið longu í vár.

Eitt av hesum málunum er gongd í haga, og so er tað foreldramyndugleikalógin, sum skal geva pápum rættindi, og integrasjónslógin, sum júst er farin út til hoyringar, er eisini eitt mál, sum skal loysast, sigur løgmaður.

 

Ikki tosað við Johan Dahl 

Johan Dahl hevur boðað frá, at hann ikki tekur undir við eini samgongu, sum Jenis av Rana er partur av.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann ikki hevur tryggjað sær, at Johan Dahl fer at atkvøða við samgonguni.

Men mest sannlíkt fer Johan Dahl at taka undir við málunum hjá samgonguni, sum hann hevur gjørt higartil, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

HOYR SAMRØÐUNA, SUM MARJUN DALSGAARD GJØRDI VIÐ LØGMANN.

Samgongan_heldur_fram_-_Bardur_a_Steig_Nielsen_-_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100