- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindafundur klokkan 15

Landsstýrið kallar inn til tíðindafund klokkan 15.00 seinnapartin um koronustøðuna.
Metnógvir smittutilburðirvórðu settir 27. Desember, tá 180 tilburðir vóru staðfestir. Hóast miðalsmittutalið seinastu sjey dagarnar liggur omanfyri 75, so boðaði løgmaður í gjár frá, at vit framvegis vera verandi á gula stiginum í ferðsluljósskipanini, tí tað í løtuni er lítið trýst á sjúkrahúsverkið við innløgdum koronasjúklingum.
Á tíðindafundinum í dag luttaka Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.
Tíðindafundurin verður sendur bæði í sjónvarpinum og í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, umframt at hann verður stroymdur á heimasíðuni, www.kvf.fo.



























