Vilja hava Sólvit Nolsø til landsstýrismann

Vilja hava Sólvit Nolsø til landsstýrismann
Havnar framburðsfelag sigur, at tað er umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við
Sólvit Nolsøe er í løtuni í starvi hjá Fólkaflokkinum, men hann hevur eisini starvast sum kringvarpsmaður. Her er hann á tíðindavakt í Sortudíki.
 
05.01.2022 - 09:45

Havnar framburðsfelag vísir á Sólvit Nolsø sum landsstýrismann.

Tað skrivar felagið á facebook. 

- Tað gera vit, tí vit halda tað vera umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við og á tann hátt framtíðartryggjar flokkin. Sólvit er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikkari fyri flokkin, skrivar politiska lokalfelagið í Suðurstreymoy. 

Taka eisini undir við Anniku

Fólkafloksfelagið tekur eisini undir við Anniku Olsen.

- Vit stuðla eisini Anniku Olsen, sum hevur verið ein góður politikari fyri Fólkaflokkin og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum, og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum, skrivar nevndin í Havnar framburðsfelag. 

Tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin í Norðoyggjum og Eysturoynni hevur eina heilt øðrvísi tilgongd til málið um sammøður, sum Annika Olsen var við til at atkvøða ígjøgnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751