- Tíðindi, mentan og ítróttur
192 smittutilburðir seinasta samdøgrið
192 smittutilburðir seinasta samdøgrið
Í løtuni eru 1359 fólk smittað við koronu og trý fólk eru innløgd

Mynd: Savn
07.01.2022 - 17:33
Í gjár vóru 192 nýggir koronutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Í løtuni eru tískil 1359 fólk smittað við koronu.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2810 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru trý fólk innløgd. Tað eru tvey fleiri enn í gjár. Sum nakað nýtt upplýsir sjúkrahúsverkið nú, at ein sjúklingur er innlagdur av korona, hinir báðir eru innlagdir av aðrari orsøk, men eru smittaðir við koronu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























