Nýggi venjarin stendur á odda fyri fyrstu ferð

Nýggi venjarin stendur á odda fyri fyrstu ferð
Í mai í fjør varð Peter Bredsdorff-Larsen settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá hondbóltslandsliðnum, og um vikuskiftið skal hann standa á odda fyri liðnum fyri fyrstu ferð
10.01.2022 - 19:01

Um vikuskiftið stendur Peter Bredsdorff-Larsen á odda fyri føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum fyri fyrstu ferð.

Síðan hann varð settur í starv sum landsliðsvenjari í mai, hava Føroyar ongan dyst spælt, men nú verður tað.

Um vikuskiftið er HM-undankapping á skránni á heimavølli, og mótstøðuliðið eita Luksemburg, Italia og Lettland.

 - Eg eru spentur. Nú hava vit havt eitt hálvt ár til at læra landið og teir føroysku spælararnar at kenna, og hava fingið møguleikan at arbeiða eitt sindur við okkara spæliætlan, so nú verður gott at royna tað á hægsta stigi, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.

Venjararnir hava tikið 22 spælarar út, og mikudagin skulu 16 veljast til fyrsta dystin ímóti Luksemburg.

Møguleiki er tó at skifta tveir spælarar út ímillum fyrsta og annan dystin og aðrar tveir ímillum annan og triðja dystin.

 - Vit vilja fegnir hava ein stóran hóp - eisini við framtíðini í huga - og fyri at hava so nógvar møguleikar sum gjørligt, sigur landsliðsvenjarin. 

Tróndur Mikkelsen, sum hevur havt eitt gott kappingarár í Viking Stavanger, er ein av teimum, sum situr sum á nálum og bíðar eftir úttøkuni mikudagin. 

 - Eg eri ótrúliga spentur. Tað er stuttligt at vera við, sama um eg verði tikin út ella ikki, og eg berjist við fleiri royndar spælarar um plássini, sigur bakkurin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672