"Abbi og eg og abbi" í uppskoti at fáa mentavirðisløn

"Abbi og eg og abbi" í uppskoti at fáa mentavirðisløn
Vinnarin av barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn útnorðurráðsins verður almannakunngjørdur í heyst
Annika Øyrabø og Dánial Hoydal hava skrivað "Abbi og eg og abbi"
 
27.01.2022 - 14:19

Barnabókin "Abbi og eg og abbi" eftir Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø, er føroyska uppskotið til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn útnorðurráðsins.

Føroyar, Grønland og Ísland innstilla hvør sína barna- og ungdómsbók.

Grønland hevur innstillað bókina við heitinum "Djóranna fundur" um dálkingina av jørðini, sum Kent Kielsen hevur skrivað, og Ísland bókina "Bannað at oyðileggja" eftir Gunnar Helgason.

Útnorðurráðið sigur í tíðindaskrivi, at allar tríggjar bøkurnar viðgera torfør og álvarsom evni í barnahædd, og á ein positivan hátt.

 

Abbin broytist

Bókin hjá Dániali Hoydal og Anniku Øyrabø, "Abbi og eg og abbi," snýr seg um at hava ein abba, sum broytist, og er farin at gloyma, og hvussu tað kann vera hjá einum barni at skilja hetta.

Útnorðurráðið letur barna- og ungdómsbókmentavirðislønina annaðhvørt ár, og endamálið er at styrkja barna- og ungdómsbókmentirnar.

Umframt heiðurin, fáa vinnararnir av bókmentavirðislønini eisini 60.000 krónur.

Vinnarin av barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn útnorðurráðsins verður almannakunngjørdur í heyst.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375