BankNordik 270 mió. kr. í avlopi í fjør

BankNordik 270 mió. kr. í avlopi í fjør
Bankin hevur m.a. flutt avsetingar móti tapi aftur, tí gongdin var betri, enn roknað var við
Úrslitið hjá BankNordik í fjør hilnaðist betur, enn roknað var við.
 
28.01.2022 - 11:31

Úrslitið hjá BankNordik var væl betri í fjør, enn bankin metti.

Nú upplýsir bankin, at úrslitið eftir skatt verður umleið 270 milliónir kr. Bankin hevur fyrr upplýst, at úrslitið fór at vera millum 230 og 250 milliónir kr.

Orsøkin til, at bankin nú hækkar metingina, er, at bankin hevur flutt avsetingar ímóti tapi aftur, tí gongdin var betri enn roknað var við. Og haraftrat gekst betri við rakstrinum av bankanum, enn mett var í fjør.

Aðalfundur 25. februar

Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, vil ikki gera viðmerkingar til broyttu metingina, tað má bíða til ársroknskapurin verður almannakunngjørdur 25. februar.

Tá BankNordik fer at hava ársaðalfund, verður avdúkað, hvussu stórt vinningsbýti verður goldið partaeigarunum.

Tað er longu greitt, at partaeigararnir fáa minst 250 milliónir kr. Teir pengarnir standa og bíða eftir at verða latnir partaeigarunum.

700 mió. kr.

Tá danski parturin varð seldur, var gjørt av, at rinda 700 milliónir kr., í vinningsbýti.

Partaeigararnir fingu 450 milliónir kr. í fjør, og fáa hinar 250 milliónir kr. í ár.

Og nevndin skal so taka støðu til, hvussu nógv av teimum 270 milliónum kr., sum úrslitið var í fjør, skulu rindast sum vinningsbýti.

BankNordik upplýsir, at úrslitið fyri í ár verður mett til millum 130 og 160 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523