Gjaldskortini verða nógv brúkt, hóast keypiorkan minkar

Gjaldskortini verða nógv brúkt, hóast keypiorkan minkar
Minkað keypiorka kann tó fara at tálma nýtsluni, sigur Váðaráðið
Fyrra hálvár vóru gjaldskortini brúkt minst líka nógv sum fyrra hálvár í fjør.
 
25.09.2026 - 08:50

Hagtølini um gjaldskort vísa, at nýtslan fyrra hálvár í ár var eins stór - og viðhvørt størri - enn í fyrra hálvár í fjør.

Størri inflatión og hægri rentur gera annars, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar. 

Ein minkað keypiorka kann tó fara at tálma nýtsluni komandi tíðina, sigur Váðaráðið, sum hevði sín 35. fund mánadagin.

Virksemið í føroyska búskapinum er framvegis stórt, sigur ráðið. 

 

Eingin váði

Lítið arbeiðsloysi og hækkandi bústaðarprísir eyðkenna búskapin.

Váðaráðið sær tó ikki greið tekin um, at systemiskir váðar eru í ferð við at taka seg upp í føroyska peningastovnsgeiranum.

Systemiskir váðar eru veikleikar ella ójavnvág í fíggjargeiranum, sum í ringasta føri kunnu elva til kreppu. 

Ein váði er systemiskur, um hann kann væntast at raka allan fíggjargeiran, ella týðandi part av honum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846