Ukraina vil framvegis hava NATO-limaskap

Ukraina vil framvegis hava NATO-limaskap
Ukraina vil framvegis hava limaskap í NATO. Tað segði ukreinski forsetin, Volodimir Zelenskij, tá hann í gjár hitti týska samveldiskanslararn, Olaf Scholz
Volodimir Zelenskij til høgru og Olaf Scholtz til vinstru
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.02.2022 - 08:55

- Okkara umbøn um limaskap í NATO stendur við.

Tað segði ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, tá hann í gjár hitti týska samveldiskanslararn, Olaf Scholz.

Í dag fer týski samveldiskanslarin at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

Samstundis hava bæði NATO og Russland boðað frá, at Russland eigur at taka herdeilirnar aftur frá ukrainska markinum.

Eingin fyrrverandi russisk lond í NATO

Russland hevur svarað aftur og krevur framvegis, at NATO ikki gevur fyrrverandi russiskum londum limaskap, eitt av teimum er Ukraina.

Forsetin í Ukraina boðar frá í eini røðu fyri tjóðini, at ukrainar í morgin, 16. februar skulu halda ein minnisdag, tí fregnartænastufrágreiðingar benda á, at Russland fer at gera innrás í kreina í morgin.

Forsetin hetir á fólk um at spæla ukrainskan tónleik, hóast innrásin er byrjað mikudagin 16. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329