Noreg í hernað móti lýsingum um peningaspøl

Noreg í hernað móti lýsingum um peningaspøl
Í Noregi eru færri lýsingar um eydnuspøl nú, nú  lógarbroyting um spøl hevur verið í gildi síðani januar í fjør
Tilvildarlig mynd
 
23.02.2022 - 17:48

Norska miðlaeftirlitið sigur í tíðindaskrivi, at tíðarskeiðið frá august 2020 til juli 2021 er lýsingamarknaðurin fyri útlendsk peningaspøl minkaður við 35 prosentum,  men bert 27 prosent færri lýsingar hava verið fyri norsk peningaspøl hetta tíðarskeiðið.

Størsta minkingin kom eftir at nýggja lógin kom í gildi.

Miðlaeftirlitið hevur havt eftirlit við fleiri sjónvarpsrásum - frá Discovery til Nent Group, og hevur staðfest umfatandi og álvarslig brot á norska lóggávu um peningaspøl á fleiri rásum hjá Discovery.

Nú skal eftirlitið meta, um grundarlag er fyri at geva sjónvarpsveitarunum boð um at taka burtur lýsingar um peningaspøl á Discovery. 

Miðlaeftirlitið skrivar, at á norsku sjónvarpsskíggjum eru tíverri framvegis ov nógvar lýsingar frá útlendskum veitarum av peningaspølum, sum ikki hava heimild at bjóða fram spøl í Noregi.

Norskir mydugleikar fara at halda fram við royndunum at steðga hesum lýsingum, skrivar Miðlaeftirlitið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391