- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindafólk skuldsett í Íslandi
Sonevnda Namibia-málið var nógv umrøtt í fjølmiðlum, og journalistarnir avdúkaðu, at ein av størstu feløgum í landinum, Samherji, var uppi í ivasomum virksemi í Namibia.
Nú hevur íslendska løgreglan skuldsett teir fýra journalistarnar fyri at hava brotið friðin hjá einstaklingum.
Tað skrivar Journalisten.no.
Íslendska journalistfelagið vísur hvassliga skuldsetingum aftur.
Forkvinnan á Journalistfelagnum, Sigríður Døgg Auðunsdóttir, sigur, at framferðin hjá løgregluni er óskiljandi og ómøgulig at verja, tí almenni áhugin fyri málinum vigar meira enn friður hjá einstaklingum.
Research'ið - graviarbeiðið, stavar frá sms-boðum sum eru likin - helst frá stolnari telefon.
Tað er tó ógreitt, hvussu journalistarnir fingu hendur á upplýsingum.