Skulu reisa seg ímóti Eysturríki

Skulu reisa seg ímóti Eysturríki
Eftir stórtapið ímóti Danmark í oktober vilja føroysku hondbóltskvinnurnar vísa seg frá síni bestu síðu, tá tær taka ímóti Eysturríki í HM-undankappingini mikudagin
28.02.2022 - 17:43

Álopsspælið skal sita, og spælararnir skulu vera skjótir aftur í verjuna at standa, tá føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum tekur ímóti Eysturríki í Havn mikudagin.

Tað sigur Sonni Larsen, venjari. 

Málverjin, Annika Fríðheim Petersen, sum fyri kortum skifti Ísland út við Nykøbing F. Håndbold í bestu donsku deildini, heldur, at tað hevur týdning at reisa seg eftir laka avrikið ímóti dønum í heyst.

 - At kunna taka ímóti Eysturríki og skula vísa, hvat vit í roynd og veru duga, er ræðuliga týdningarmikið, sigur hon.

Hon heldur ikki, at tað er ógjørligt, at fáa eitt gott úrslit ímóti Eysturríki, sum millum annað hevur dugnaliga bakspælaran, Sonju Frey úr Herning-Ikast, á liðnum.

 - Vit hava frálíkar spælarar, sum allar kempa og vilja tað sama, og tað hevur størstan týdning. Um vit fáa hildið leikferðina hjá okkum og spælt okkara spæl, so verður tað heilt avgjørt ein spennandi dystur, sigur Annika Fríðheim Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672