Donsk lóg um flóttafólk verður eisini galdandi í Føroyum

Donsk lóg um flóttafólk verður eisini galdandi í Føroyum
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, væntar, at fyrstu flóttafólkini úr krígsherjaða Ukraina koma til Føroya um stutta tíð
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, varðar av spurninginum flóttafólk í Føroyum.
 
02.03.2022 - 15:54

Landsstýrið hevur boðað donsku stjórnini frá, at Føroyar vera við, tá danir samtykkja eina nýggja lóggávu um nakrar dagar, sum ger tað lætt og ómakaleyst hjá flóttafólki í Ukraina at fáa uppihald i Danmark - og í Føroyum. 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, varðar av spurninginum um flóttafólk, og í landsstýrinum hava tey arbeitt av øllum alvi at tryggja, at alt er til reiðar at taka ímóti flóttafólkum:

 

1512525


 

Danska lógin er ein serlóg, sum skal geva ukrainskum flóttafólkum møguleika at fáa uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvi og bústað beinan vegin, tey koma til landið. Børnini skulu í skúla og fáa okkurt, sum minnir um ein vanilgan gerandisdag alt fyri, sigur danski ráðharrin í útlendingamálum. 

Og hendan lógin skal eisini galda fyri Føroyar, sigur Magnus Rasmussen. Hann væntar, at um heilt stutta tíð koma fyrstu flóttafólkini til Føroya:

 

1512527

 


 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911