Hernaðarakførini standa still

Hernaðarakførini standa still
Russisku akførini hava ikki flutt seg nevnivert seinastu samdøgrini
Russisku hernaðarakførini hava ikki flutt seg nevnivert seinastu 24 til 36 tímarnar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.03.2022 - 08:55

Langa røðin av russiskum hernaðarakførum uttan fyri ukrainska høvuðsstaðin, sum strekkir seg umleið 60 kilometrar - flytur seg ikki.

Tað eru boðini frá amerikanska verjumálaráðnum í nátt, okkara tíð. 

- Sambært okkara bestu metingum, hava hernaðarakførini ikki flutt seg nakað nevnivert seinastu 24 til 36 tímarnar, sigur talsfólk fyri amerikanska verjumálaráðið. 

Sambært talsfólkinum kunnu tað vera fleiri orsøkir til, at hernaðarakførini standa still.

Tað kunnu vera trupulleikar av ymsum slag, ella møguliga mótstøðan úr Ukraina. Tað kann eisini vera, at russiski herurin umhugsar støðuna, og hvussu farast skal víðari, sigur talsfólkið fyri amerikanska verjumálaráðið sambært BBC. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083