Nógv fundarvirksemi um radaran, men enn eingin avgerð

Nógv fundarvirksemi um radaran, men enn eingin avgerð
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og danski verjumálaráðharrin hava síðani september 2019 tosað sjey ferðir um radaran, sum danir vilja hava í Føroyum
Nógv fundarvirksemi hevur verið millum Føroyar og Danmark um radarin, men enn er eingin avgerð tikin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2022 - 07:43

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og danski verjumálaráðharrin tosaðu fimm ferðir um radaran, sum danir vilja hava í Føroyum, í tíðarskeiðnum september 2019 til februar 2021.

Síðani februar 2021 hava verið tveir fundir við verjumálaráðharran. 

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum setti skrivligan fyrispurning um samskiftið millum Føroyar og Danmark um radaran.

 

Ynskið frá 2019

Møguleikin fyri, at ein radari í Føroyum kundi gerast partur av arktiska kapasitetspakkanum, var fyrstu ferð nevndur í telefonsamrøðu á embætisstigi tann 20. novembur 2019.  

Tríggir fundir vóru millum føroysk og donsk embætisfólk um radaran frá september 2019 til februar 2021. 

Síðani februar 2021 hava verið fýra fundir millum embætisfólkini.

 

Formliga umbønin í 2021

Í januar 2021 fekk landsstýrismaðurin eina formliga umbøn um at taka støðu til spurningin um at seta upp radara í Føroyum.  

Landsstýrismaðurin hevur verið fýra ferðir í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum við radaramálinum.

Danska stjórnin hevur sagt, at einki verður gjørt fyrr enn ein avgerð er tikin um radaran í Føroyum. 

Føroyar hava ikki enn svarað donsku stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858