Russland vil hava Ukraina at verða uttanveltað

bannari
Russland vil hava Ukraina at verða uttanveltað
Síðani innrásina eru tvær milliónir fólk í Ukraina flýdd, og ukrainskar myndugleikar siga, at 2.000 sivilfólk hava latið lív
Maria Zakharova er talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum. Hon sigur, at Russland ætlar ikki at fella ukrainsku stjórnina, men vil hava Ukraina at verða uttanveltað.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.03.2022 - 10:33

Russland vil røkka máli sínum um, at Ukraina skal vera uttanveltað, og tað skal gerast við samrøðum.

Tað sigur talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova, við Reuters.

Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri 14 døgum síðani. 

Humaniteru avleiðingarnar og líðingarnar orsakað av krígnum hava verið øgiligar. 

 

Flýggja frá húsi og heimi

Síðani innrásina eru meira enn tvær milliónir úkrainar noyddir at rýma frá húsi og úr landinum, og uppaftur fleiri flýggja inni í landinum.

Sambært ukrainskum myndugleikum hava higartil í minsta lagi 2.000 sivil latið lív í russiskum álopum. 

Óheftir stovnar hava ikki váttað talið, men ST váttar, at higartil eru 470 sivilfólk dripin. ST sigur, at talið helst er størri.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ætla ikki at fella russisku stjórnina

Zakharova sigur, at málið hjá Russlandi er ikki at fella ukrainsku stjórnina. 

Hon sigur, at Russland vónar at gera størri framstig, tá ið næstu samrøðurnar verða millum Russland og Ukraina.

Undan krígnum í Ukraina, tá ið lond í Vesturheiminum ávaraðu um, at Russland fór at gera innrás, vísti Russland hesum ætlanum aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815