250 fleiri løntakarar í februar

250 fleiri løntakarar í februar
Nú eru umleið 27.200 løntakarar í landinum
250 løntakarar eru lagstir aftrat seinasta árið.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.03.2022 - 11:40

Fleiri fólk fingu løn í februar enn sama mánað í fjør. Tað boðar Hagstovan frá.

Knappliga 27.200 vóru í løntakaraskaranum í februar. Tað eru slakir 250 fleiri enn í februar í fjør, og vøksturi er eitt lítið prosent.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður.

Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vaksa, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928