Markið fyri at fáa tilskot hækkar

Markið fyri at fáa tilskot hækkar
Heilivágurin er prístalsviðgjørdur, og nýggj kunngerð er farin til hoyringar
Tilskotsmarkið fyri heilivág er hækkað.
 
22.03.2022 - 09:49

Nú heilivágur, sum fær tilskot, er prístalsviðgjørdur, hækkar lágmarkið 18 krónur.

Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 525 kr., verður einki tilskot veitt, stendur í kunngerðini, sum nú er galdandi.

Í uppskotinum um kunngerð, sum er sent til hoyringar, hækkar tað markið upp í 543 kr.

Í kunngerðini, sum nú er, fær heilivágur, sum kostar 5.564 kr. ella meira, fullan stuðul.

Hjá fólkapensjónistum og fyritíðarpensjónistum er talið 2.498 kr.

Tey tølini hækka upp í ávikavist 5.759 kr. og 2.585 kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264