Manningarfeløg samráðast hvørt sær

Manningarfeløg samráðast hvørt sær
Í morgin fer Føroya skipara- og navigatørfelagið á fund við Reiðarafelagið
Myndin var tikin, tá Skipara- og navigatørfelagið og Reiðarafelagið handaðu hvør øðrum sáttmálakrøvini.
 
24.03.2022 - 17:00

Manningarfeløgini eru nú hvørt sær farin undir samráðingar við Reiðarafelagið um nýggjan sáttmála.

Í gjár skuldi ein felagsfundur vera, har manningarfeløgini saman skuldu tosa við reiðararnar um felags ynskir. Men einki kom burtur úr tí fundinum.

Ætlanin er, at feløgini og reiðararnir skulu umrøða felags mál á einum fundi seinni.

Nú eru feløgini farin at samráðast við reiðararnar hvørt sær.

Í dag var fundur millum Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið, og í morgin fer Føroya skipara- og navigatørfelag á fund við Reiðarafelagið.

Sáttmálarnir fara úr gildi um eina viku, 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533